Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiskar opinberingar

Oliver Joensen

Undan seinasta løgtingsvali varð spátt, at valið fór at avdúka ætlaninar við broytingini frá sjey til eitt valdømi. Valúrslitið var ikki óvæntað, og tíðin síðani hevur, heldur eikki óvæntað, avdúkað hópin av meiri ella minni skakandi framtíðar broytingum á leiðini til eina herda centralismu og ein tilvitandi øktan ójavnað í samfelagnum, sm ávísar kommunur nú eru farnar at harta samgonguna fyri. Skelkandi politiskar opinberingar fyri mangan føroying.

Núverandi landsstýrið gekk á odda at broyta vallógina. Javnaðarflokkurin við løgmanni átti uppskotið, meðan tjóðveldið, sum sat í andstøðu, og P.M. er dastið av neyðuga meirilutanum. Úrslitið fekk vánaligt ummæli manna millum og tað vakti undran, at sjálvur uppskots-stillarin var ein hin fyrsti at finnast at “undirverki2 sínum. Løgtingið mannaði eina nevnd við fólki úr m.a. nevndu flokkum, at moderera hetta býtisbarnið, sum bert kundi lva til ójavnað og seta kílar millum fólk. Nevndin minti mest av øllum um eitt garanti uppá, at einki skuldi henda, og hóast nógv vøkur lyfti og óført politiskt gykl, sogar frá skiftandi løgtings –formonnum, hendi einki – hvørki tá ella seinni. Nú mátti bara svíða sum svall.

Í staðin vóru vit vitni til eitt politiskt listarbragd: miðstaðarøkið víðkaðist í skundi, bæði í vídd og fólkatali, so tað framlítandi kanska fer at hava “fólkaræðisliga” fastatøkur bæåi á landi og kommununum. Glantrileikurin um samanlegging av kommunum fekk annars ein bráðan enda, tá makt og megi hevði vunnið buktina og báðar endarnar. Politiskt sýntist kommunusamanleggingin hvørki at hava týdning ella áhuga longur.

Tað mundi fella mongum fyri bróstið, at vit í miðlunum herfyri sóu oddvitan til eitt valdømi, knappliga eftirlýsa størri opinleika og gjøgnumskygni í føroyskum politikki. Júst hansara duldu og dimmu ætlanir vóru hildnar loyniligar fyri føroyingum. Hann mundi vita sum var, at við opinleika hevði hann als ongan møguleika havt politiskt.

Eftir drúgva tíð í andstøðu, situr hansara flokkur nú aftur við valdinum. Vallyftini vóru mong, gylt og lovandi. Kortini man mangur ivast í, um tey fara at verða hildin. Longu nú er líkt til, at kósin fer at vera hin sama. Júst so sum fryktandi var fyri. Løgtingsvalið sær út til at avdúka og endurspegla ætlaninar við broytingini til eitt valdømi.

Politisku ráðini hjá ávísum búskaparfrøðingi um t.d. ikki at brúka engar uppá pensionistar, verða eftir øllum at døma fylgd. Líkt er til, at havsins ríkidømi skal beinleiðis skattast í landskassan. Ríkidømið skal nýtast til vøkstur í miðstaðarøkinum. Føroyingar skulu granska. Íbúðir og altjóða universitetscampsøki skal byggjast til ungdómin, sum skal centraliserast til miðstaðarøkið saman við hinum meira og minni lærdu, ið nú vilja koma heimaftur.

Stóra centralismuundrið er flotað. Landsins kvinnur skulu eiga føroysk børn á universitetshospitali í sjálvum høvuðsstaðnum. Í okkara høvuðsstaði vera bæði gransking, konsertir, mentan, kafeir og undirhald – ungdómur og framtíð á høgum støði. Pensionistar, tey sjúku og veiku í landinum, mugu sjálvandi eins og onnur leggja sítt í offurbollan. Hetta snýr seg jú um ramtíðina verður sagt. Men hvør man hon fara at vera?

Harleywoodpaint