Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framvegis er eingin støða tikin til málið um eldrasambýlið á Skála

Helgi Abrahamsen

Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið (sum varðar av eldraøkinum í kommununum við Skálafjørðin) hevði fund í gjár um Eldrasambýli á Skála, men eingin støða bleiv tikin til málið á fundinum.

Jóhannus Danielsen, formaður í stýrinum, sigur við Norðlýsið, at onkur av stýrislimunum hevði ynski um at fáa fleiri upplýsingar á borðið, og avgjørt varð tí at kalla inn til nýggjan fund um eina viku.

Stýrið fyri Skálafjarðarsamstavrið hevur annars einaferð avgjørt, at eldrasambýlið á Skála skal lata aftur, men tann 28. januar samtykti býráðið í Runavík at heita á síni umboð í stýrinum um at virka fyri, at málið bleiv tikið upp til nýggja viðgerð.

Í stýrinum fyri Skálafjarðarsamstarvið eru 4 umboð fyri Runavíkar kommunu, 2 umborð fyri Nes kommunu og 1 umboð fyri Sjóvarkommunu.