Feðgarnir Alex og Andras fara at siga eitt sindur um søguna og fólk á staðnum, frá Uppsølum og oman á Vágsheyg, túrurin varar í umleið ein tíma.
Torraskráin mikudag 17. februar
Siðsøgulig gonguferð – kl. 8.10
Byrjað verður frá Uppsølum og gingið oman á Hæddina
Alex og Andras Sólstein siga frá.
“Góðan Morgun Føroyar” verður við í ferðini.
Eisini verður steðgað á á Hæddini, har Ovi Frederiksen greiðir frá m.ø. seyðarakstri og –haldi í Uppsølum.
Kunna teg nærri um skránna her.
Uppsalir er ein av teimum fýra fyrndarbýlingunum í Klaksvík.
Uppsalir er størsti ognarbýlingurin av teimum fýra fornu býlingum, Vág, Uppsalir, Myrkjanoyri og Gerðar, og hevur hetta sett sín dám á útviklingin í býlinginum. Av teimum 15½ merkrunum eru 11 merkur ogn.
Feðgarnir Alex og Andras fara at siga eitt sindur um søguna og fólk á staðnum, frá Uppsølum og oman á Vágsheyg, túrurin varar í umleið ein tíma.




