Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÍF ætlar sær út í Europa

Jákup Ósá

ÍF hevur sett sær greið mál í bæði lands- og steypakapping, sigur Jógvan Martin Olsen.

Jógvan Martin Olsen meldaði í dag, tá ÍF gjørdi stuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa, greitt út, at ÍF ætlar sær út í Europa í ár og í steypakappingina ætla fuglfirðingar sær at vinna.

ÍF og Norðoya Sparikassi gjørdu í dag stuðulsavtalu fyri 2016. Jógvan Martin Olsen, nýggjur venjari hjá ÍF, greiddi eisini frá um málsetningarnar hjá ÍF í ár.

Skulu út í Europa

Jógvan Martin Olsen sigur, at ÍF ætlar sær út í Europa at spæla í 2017.

– Vit ætla at spæla við har frammi og málið er at koma út í Europa. Um 4. pláss merkir Europa luttøka, so er tað málið. Harumframt hava vit sett okkum sum mál, at steypakappingina ætla vit at vinna, sigur Jógvan Martin Olsen.


Javnari kapping í ár

Jógvan Martin væntar eina javna kapping í ár.

– B36 er favorittur at vinna FM, og so hava vit Víking og NSÍ eisini heilt har uppi. Afturat hesum hava vit HB, sum hevur siðvenju til altíð at liggja í toppinum og KÍ við sterkari manning eigur at vera sera uppsett í ár eftir teirra katastrofala kappingarár í fjør. TB hevur eisini meldað út, at teir hava høg mál og uppflytararnir B68 og Skála eru sterkari enn seinast tey vóru í Effodeildini, so eg vænti, at kappingin verður javnari, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið.

Hann leggur afturat, at sum útgangsstøðið er hópurin hjá ÍF endaligur, men skuldi onkur spennandi møguleiki verið fyri styrki, so vil hann ikki avvísa tí áðrenn 16. mars, tá flytingarvindeygað letur aftur.