Morgunfakta: Farna ár vaks arbeiðsfjøldin við 28.000 persónum.
Morgunfakta: Farna ár vaks arbeiðsfjøldin við 28.000 persónum.
Danmark: Farna ár vaks arbeiðsfjøldin frá triðja til fjórða ársfjórðingi við 28.000 fólkum, sum er ein týðilig broyting.
Tað vil siga, at við ársenda í 2015 vóru 2.861.000 fólk í arbeiði í aldrinum 15-64.
Hetta er næstan ein vøkstur á eitt heilt prosent í mun til 2014. Vøksturin í 2015 var 0,9 prosent.
Sambært DST (Danmarks Statistik) er 2015 næstan líka gott sum 2011, tá ið arbeiðsfjøldin taldi 2,8 2.866.000. Men munurin á 2011 og 2015 er, at arbeiðsloysið var lægri í 2015 í mun til 2011.
Líkt er til at tølini fara at síggja enn betur út í 2016.




