Leygardagin millum klokkan 13 og 17 hava øll møguleika at vitja umborð á trúboðaraskipinum Juvel II, sum liggur heimanfyri Stórukai í Klaksvík.
“Tey vitjandi fáa ein kaffimunn, verða víst runt í skipinum, og eisini fáa tey frágreiðing um arbeiði sum verður gjørt út frá Juvel II,” sigur Óli Steinberg, ið samskipar tiltakið.
Nógvar góðar myndir úr Grønlandi verða vístar umborð og eisini verður ein sera vakur filmur (sum varar 7 minuttir) vístur. “Í filminum síggjast nógvar vakrar náttúrumyndir úr Grønlandi. Millum annað síggjast hvalir, sum svimja tætt framvið skipinum,” sigur Óli Steinberg. Tað er Ludvík Petersen, ið hevur tikið myndirnar og filmin.
Kunnu eisini royna bátin
Tá Juvel II er í Grønlandi, sleppur hann ikki til kai allastaðni, og tí verður ein pallur hongdur niður við síðuni á skipinum, og haðani verður siglt við einum lítlum skjóttgangandi báti í land.
“Eg havi ætlað at lagt kaiina út og flota bátin leygardagin. So kunnu tey vitjandi kanska sleppa ein lítlan túr við bátinum,” sigur Óli Steinberg.
Tiltakið umborð á Juvel II endar við at “17 sangarar” framføra góðan sang.




