Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Djóraverndarlógin er ótíðarhóskandi – djórini mugu fáa betri vernd

Tíðindaskriv

Uppskot er lagt fram í løgtinginum um at seta eina nevnd at endurskoða djóraverndarlógina, tí hon er ótíðarhóskandi. Djóraverndarlógin verjir ikki djór nóg væl, og tíverri fáa myndugleikar og onnur ikki gjørt stórvegis við mál um vanrøkt, tí heimildir vanta í djóraverndarlógini ella í aðrari lóggávu, sigur Sonja J. Jógvansdóttir, sum hevur lagt uppskot framm um at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd, soleiðis at djóraverndarlógin og onnur lóggáva kann broytast í tingsetuni 2016.

Hósdagin legði Sonja J. Jógvansdóttir uppskot til samtyktar um dagføring í løgtingslógini um vernd av dýrum.

Í lógaruppskotinum verður sagt: ”Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta nevnd at endurskoða og dagføra djóraverndarlógina og grundað á tilmæli nevndarinnar leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. ”

Mælt verður til at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal miðja eftir at vera liðug við arbeiðið í november mánaði. Sonja J. Jógvansdóttir, uppskotsetari, sigur, at verandi djóraverndarlóg er ótíðarhóskandi og verjir ikki djórini nóg væl.

– Vit hava fleiri ferðir sæð djóraverndarfelagið og onnur, sum vara av djórum, vísa á, at verandi lóggáva er ov avmarkað, og ofta ber illa til hjá myndugleikum at reisa mál ella fara víðari við málum har illgruni er um vanrøkt, tí heimildir vanta í lóggávuni, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.

Løgtingskvinnan mælir til at nevndin, sum skal endurskoðað djóraverndarlógina kann mannast soleiðis:

· Løgfrøðiligur kunnleiki, Vinnumálaráðið (form.)

· Landsdjóralæknin ella annar djóralækni umboðandi Heilsufrøðiligu Starvsstovuna

· Umboð fyri privatu djóralæknarnar

· 2 umboð fyri djóraverndarfelagið (hesi skulu samskipa seg við onnur feløg, sum varða av djórum)

Mælt verður til, at nevndin er liðug við tilmæli sítt í november, so lógin kann viðgerast í tingárinum 2016.

Uppskotið um vernd av djórum verður viðgjørt í løgtinginum mikudagin 24. februar.

http://www.logting.fo/files/casestate/15949/059.15%20U.t.s.%20um%20djoraverndarlog.pdf