Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú kanst tú eisini lesa Fíggjarbúskap á Glasi

Danial Viðoy

Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð út eina merkantila fulltíðar framhaldsútbúgving, sum fekk føroyska heitið Marknaðarførslubúskapur. Næsta menningarstig verður rokkið í summar, tá Glasir fer at bjóða út Finansøkonom útbúgvingina. Í Føroyum fær útbúgvingin heitið Fíggjarbúskapur. Til ber at søkja millum 1. apríl og 1. juli.

TÍÐINDASKRIV FRÁ GLASIR – TÓRSHAVN COLLEGE:

Í 2015 bjóðaði Føroya Handilsskúli, nú Glasir, fyri fyrstu ferð út eina merkantila fulltíðar framhaldsútbúgving, sum fekk føroyska heitið Marknaðarførslubúskapur. Næsta menningarstig verður rokkið í summar, tá Glasir fer at bjóða út Finansøkonom útbúgvingina. Í Føroyum fær útbúgvingin heitið Fíggjarbúskapur. Til ber at søkja millum 1. apríl og 1. juli.

Talan er um eina yrkisakademiska útbúgving, sum gevur 120 ECTS og sum tekur 2 ár at lesa fulla tíð. Útbúgvingin gevur atgongd til ymsar professiónsbachelor útbúgvingar og tað ber til at fáa avriksflutning (merit) til aðrar bachelor útbúgvingar eisini.

Glasir bjóðar útbúgvingina út í tøttum samstarvi við CPH Business eftir sama leisti, sum er nýttur at skipa Marknaðarførslubúskap útbúgvingina. Hettar merkir í stuttum, at lesandi á Glasi hava somu møguleikar, sum lesandi á CPH Business innanfyri donsku útbúgvingarskipanina.

Tá Føroya Handilsskúli í 2015 bjóðaði út Marknaðarførslubúskap útbúgvingina, vóru tað heili 50 umsøkjarar, 30 sluppu inn. Vónirnar eru góðar um, at Fíggjarbúskapur eisini verður væl móttikin, tí hesar báðar útbúgvingarnar eru javnt stórar uttanlands.

Tað hevur verið mest vanligt, at fólk, sum hava lokið miðnámsprógv fara í bankalæru í tvey ár og síðan taka Akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving á kvøldskúla, meðan tey eru í fulltíðar starvi. Nú ber til, eftir loknan miðnámslestur, fyrst at lesa Fíggjarbúskap og síðani fara í starv í bankum, tryggingarfeløgum ella øðrum fyritøkum innan fíggjar-geiran.

Frá 1. apríl 2016 ber til at søkja inn á allar hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili. Umsóknarfreistin at søkja inn á Fíggjarbúskap er, eins og á hinum hægri útbúgvingunum, 1. juli.

Nærri kunning um útbúgvingina fæst á heimasíðuni hjá samstarvsparti okkara, CPH Busines:

https://www.cphbusiness.dk/uddannelser/erhvervsakademiuddannelser/finansoekonom/#facts

FAKTA UM ÚTBÚGVINGINA Í MYNDINI NIÐANFYRI: