Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ph.d.-verja verður stroymað

Danial Viðoy

Í dag fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at verja ritgerð fyri ph.d.-heitið; ritgerðin umfatar bókina Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í 2014, og The Rise of Faroese Separatism, sum kemur út í bók ein av fyrstu døgunum.

TÍÐINDASKRIV FRÁ SETRINUM:

Í dag fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at verja ritgerð fyri ph.d.-heitið; ritgerðin umfatar bókina Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í 2014, og The Rise of Faroese Separatism, sum kemur út í bók ein av fyrstu døgunum.

Søgufrøðingurin verður sjálvur søguligur, tí ph.d.-verja hansara verður stroymað. Hetta verður fyrsta ferðin, at ein ph.d.-verja á Fróðskaparsetri Føroya verður stroymað.

Leinkið til stroymingina finst her: http://setur.fo/video/video/

Evnið fyri ritgerðini hjá Hans Andriasi Sølvará er sambandið millum framkomuna av føroyskum politikki og viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum árini 1906-1925. Samstarvið millum londini bæði í hesum tíðarskeiði byrjaði í sátt og semju og endaði í ógvusligum ósemjum. Í ritgerðini leggur Hans Andrias Sølvará seg eftir at lýsa hesa gongdina og at greina, hví tað spældi so av. Ph.d.-verjan verður á Námsvísindadeildini á Frælsinum og byrjar kl. 13.00.