Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Astrup hevði ikki loyvi at sita í nevndini fyri Eik banka

Helgi Abrahamsen

“Et bestyrelsesmedlem skal fratræde med udgangen af det år, hvor den pågældende fylder 70 år”. Tað stendur í grein 4.4 í viðtøkunum fyri P/F Eik Banka. Ein av teimum sum hevur skrivað undir viðtøkurnar er Jørn Astrup Hansen, sum hevur 74 ára føðingardag í hesum árinum.

Dømi eru um aðrar limir í nevndini fyri Eik banka, sum hava noyddir at lagt frá sær, tá 70 ára føðingardagurin stóð fyri durum, men sama regla er ikki fylgd, tá tað galt Astrup.

So tá onkur fjølmiðil hesa seinastu tíðina hevur sagt, at Astrup er farin úr nevndini fyrri enn hann skuldi, so er tað sambært viðtøkunum í veruleikanum fýra ár eftir at hann skuldi frá.

Spurningurin er, um aktuella málið um skatt og minkaðan eginpeningin hjá Eik er veruliga orsøkin til at gamli bankastjórin hevur lagt frá sær, ella um talan er um eitt gott høvi at finna úthurðina, áðrenn ein uppsøgn kom at liggja í postkassanum.