Torradagar: Forkunnug tiltøk eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi um fáar tímar. Andras Sólstein og Noomi Gregersen hava hvør sín fyrilestur, umframt at fleiri onnur tiltøk eru, sum gagna gestunum heilsuliga.
Torradagar: Forkunnug tiltøk eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi um fáar tímar. Andras Sólstein og Noomi Gregersen hava hvør sín fyrilestur, umframt at fleiri onnur tiltøk eru, sum gagna gestunum heilsuliga.
Tað er frá klokkan 14.00 til 17.00 at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur opið hús.
Søgan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Fyrsti lønti læknin í Føroyum var Gabriel Mitens, hann bleiv settur sum bartskeri í 1584 og starvaðist til 1619. Í eini 270 ár var bert ein lækni verið í Føroyum, men í 1852 bleiv ein settur afturat í Suðuroy, við bústaði á Tvøroyri.
Í 1872 vóru læknahús bygd í Klaksvík, og lækni settur sama árið, læknadømi tá var Norðoyggjar og eystursíðan av Eysturoynni. Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík, og síðani hevur sjúkrahús verið her. Fyrilesturin nemur við nøkur viðurskifti sum kunna lýsa sjúklinga-, lækna– og sjúkrahússøguna í Klaksvík og Norðoyggjum, við denti á eldru tíðina.
Millum annað hetta verður at hoyra klokkan 15.00, tá ið Andras Sólstein greiðir frá søgu Klaksvíkar Sjúkrahúsins.
Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, verkætlanarleiðari, fer at halda fyrilestur um FarGen-verkætlanina og týdningin av ílegugransking í framtíðar heilsuverkinum. Eisini verður nortið við spurningin, um Føroyar eru áhugaverdar innan hetta økið.
FarGen-verkætlanin snýr seg um at lesa arvastrongin (genomið) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Í fyrstu atløgu skulu arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lesast og skrásetast í einum dátugrunni, men málið er, at fáa allar føroyingar, sum vilja tað, við í verkætlanina.
Endamálið er at menna ein pall, sum letur upp fyri møguleikum fyri gransking í føroyskum ílegum. Saman við vitan úr heilsuverkinum og føroysku ættarbandsskránni letur kortleggingin av føroysku ílegunum upp fyri møguleikunum at betra um fyribyrging og viðgerð í heilsuverkinum.
Fyrilesturin verður í felagshøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygardagin í Torravikuni 20. februar kl. 15.45. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hetta hendir á sjúkrahúsinum í dag:
Opið hús á Klaksvíkar Sjúkrahús frá kl. 14.00 til 17.00.
Workshop kl. 14.00
Í forhøllini ber til at koma í prát við sjúkrarøktarfrøðingar og dietist um millum annað lungnatrupulleikar, sukursjúku, kost, trupulleikar við beinum, so sum sár, og ryggjatrupulleikar.
Fysioterapiin
Til ber at gera eina konditest og máta feittvirði í kroppinum.
Á 2. hædd
Vit máta virðir so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Til ber eisini at tekna seg til lungafunktiónskanning.
Laboratoriið
Tilmelding til blóðgeva.
Norðara parkeringsøkið
Møguleiki er at síggja útgerðina í sjúkrabilunum.
Rundvísing
Túrur runt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við frásøgufólki.
Heilsucafé kl. 14.30
Heilsucaféin verður sett í kantinuni av Hera Ellingsgaard; aftaná verður ymiskt heilsugott og leskiligt at fáa.
Felagshøllin kl. 15.00
Fyrilestur við Andras Sólstein, søgufrøðingi. Andras greiðir frá søguni hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi. Heitið á fyrilestrinum er: “Klaksvíkar sjukrahús” – Søgan
Felagshøllin kl. 15.45
Fyrilestur við Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari á FarGen. Heitið á fyrilestrinum er: “Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?”
Rundvísing kl. 16.30
Túrur runt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við frásøgufólki.
Smæran – kl. 15.00 – 18.00
Myndaframsýning verður eisini við gomlum myndum úr Klaksvík
Sangløta.
Í sambandi við tiltøkini í Smæruni verður eisini “kaffisøla við køkum”.




