Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur og B36 komu í finaluna

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Leikliga var talan um tveir javnar dystir í Klaksvíkskappingini seinnapartin.

Í fyrra dystinum spældu KÍ og Víkingur. Víkingur vann dystin 4-2, har útiliðið tríggjar ferðir revsaði KÍ uppá snarálop. KÍ fekk gjøgnum dystin fleiri stórar mál møguleikar eftir deyðbóltsstøður. Málini hjá Víkingi skoraðu Andreas Lava Olsen 2, Filip Djordjevic og Gert Hansen, meðan Páll A. Klettskarð og Petur Andreasen skoraðu málini hjá KÍ.

KÍ byrjaði við hesum liðnum: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Mayowa Alli, Niels Pauli Danielsen – Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Súni Olsen, Jóannes Bjartalíð, Heðin Klakstein – Páll A. Klettskarð

Víkingur byrjaði við hesum liðnum: Elias Rasmussen – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup Olsen – Gert Hansen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, Andreas Lava Olsen, Magnus Jarnskor – Filip Djordjevic

Í seinna dystinum vísti B36, sum á degnum helst vísti besta spælið, at liðið er væl fyri og tryggjaði sær eina 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki. NSÍ tók yvir í seinna hálvleiki og móti endanum fekk NSÍ eisini minkað um munin. Málini hjá B36 skoraðu Jógvan Skeel Nolsøe og Róaldur Jacobsen(brotsspark), meðan Petur Knudsen skoraði fyri NSÍ.

NSÍ byrjaði í eini 3-4-3 líknandi leikskipan soleiðis: Símun Rógvi Hansen – Monrad H. Jacobsen, Per Langaard, Jens Joensen – Jóhan Jacobsen, Magnus H. Olsen, Petur Knudsen, Einar Tróndargjógv – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Jann Martin Mortensen

B36 byrjaði við hesum liðnum: Trygvi Askham – Jónas T. Næs, Robert H. Brockie, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Høgni Madsen, Róaldur Jacobsen, Lukasz Cieslewicz – Pætur Petersen, Jógvan Skeel Nolsøe, Hanus Thorleifsson