Finalan í Klaksvíkskappingini verður leikt kl. 15.30.
Víkingur og B36 spældu seg í dag í finaluna í Klaksvíkskappingini. Tað merkir, at føroyameistararnir møta steypavinnarunum. Finalan verður leikt kl. 15.30. Kl. 13.00 spæla KÍ og NSÍ um 3. plássið í kappingini. Eftir finaluna spæla 1.deildarliðini hjá KÍ og Víkingi venjingardyst.
Sunnudagur 21. februar:
Kl. 13.00: KÍ-NSÍ
Kl. 15.30: Víkingur-B36
Kl. 17.30: KÍ-Víkingur (1.deild)




