Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj fekk í veruleikanum yvirskot á fíggjarlógina áðrenn hann handaði lykilin til tinganes víðari

John William Joensen

Tá samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin tók við í 2011 vísti landsroknskapurin fyri 2010 heilar 566 mió. kr. í hallið og 322 mió.kr. roknskaparárið 2011. Men nú metir Gjaldstova Føroya at hallið á landsroknskapinum er komið niður á umleið 60 mió. kr. nú Kaj Leo handaði Aksel lyklarnar til Tinganes. Tá Kaj Leo tók við sum løgmaður í 2008 herjaði búskaparkreppa og var undirskotið hjá Landskassanum 329 mió. og vaks til 688 mió. í 2009. Arbeiðsloysi var í 2011 heili 7,0 % í miðal og var í 2015 í miðal 2,5 til 3,0 %.

Tað hevur verið gitt dúgliga um støðuna hjá Landskassanum 2015 og beint undan valinum metti fyrrverandi landsbankamaður at undirskotið fór at verða 230 mió. kr.. Hetta fekk nógva umrøðu og framrokningar hjá gjaldstovuni vístu eitt lítið yvirskot beint undan valinum. Men sum skilst væntar gjaldstovan at endaliga úrslitið verður klárt um stutta tíð og sambært nýggjastu metingini verður undirskotið umleið 60 mió. kr.

Úrslitið hjá Landskassanum 2015 er eitt vet betur enn tað sum løgting samtykti í 2012 í samband við Játtanarkarmarnar. Tá samtykti løgtingið at undirskotið hjá landskassanum í 2015 skuldi verða 83 mió. kr.

Kaj fekk yvirskot

Nýggja samgongan keypti fleiri bygningar við eykajáttan beint undan jólum frá Banknordik og Eik og teir eru útreiðsluførdir (26 mió. kr. til løgtingið) (21,3 Almenn umsiting), tvs. at undirskotið hjá undanfarnu samgongu nærkaðist 10 mió. kr. ….

Harafturat framskundaði nýggja løgtingið játtan á 40 mió. kr. til Viðareiðistunnilin.

Vóru nevndu broytingar ikki gjørdar av løgtinginum eftir at nýggj samgonga tók við hevði yvirskot verið longu á fíggjarlógini 2015.

Í veruleikanum megnaði Kaj at broyta landskassan frá at hava undirskot til yvirskot.

Tølini skulu tó enn takast við fyrivarni og sambært Gjaldstovuni verða heilt fáir dagar til endaliga úrslitið fyriliggur.

Harleywoodpaint