Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldseta við rytmum og Masters

Tíðindaskriv

Hóskvøldið 25. februar kl. 19 skipar Tøknibreytin á Tekniska skúla í Klaksvík aftur fyri almennari kvøldsetu á skúlanum.

Vælumtókti Klaksvíksbólkurin Danny & the Veetos, sum nýliga hevur verið á konsertferð í Grønlandi, kemur at framføra nøkur løg.

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu og Tummas Tómasson, sum blivu studentar á Tekniska skúla í ávikavist 2009 og 2005, koma at greiða frá teirra víðari útbúgving og størvum.

Tey hava bæði tikið hægri útbúgving í Bretlandi. Sunnvør er útbúgvin Masters of Science in Human Molecular Genetics og arbeiðir í dag sum granskari, og Tummas er útbúgvin innan Electrical and Electronic Engineering og hevur eina Master í Embedded Systems. Hann arbeiðir nú hjá Føroya Tele.

Skúlin bjóðar ein kaffimunn og høvi verður eisini at seta spurningar um útbúgvingarmøguleikarnar á skúlanum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.