Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein løgin stjórnarkreppa

Helgi Abrahamsen

Lars Løkke Rasmussen hevði í gjárkvøldið kreppufund við flokkarnar sum stuðla stjórnini. Hetta hendi eftir at Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, hevði boðað frá, at flokkur hansara stuðlar ikki longur matvørumálaráðharranum Eva Kjer Hansen.

Men fundurin endaði við eini støðu, har ilt er at siga, hvat vendir upp og hvat vendir niður.

”Eg kann staðfesta, at hetta hevur verið ein sera, sera gátuførur dagur á Christiansborg,” segði Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum, tá hann kom út av fundinum.

Simon Emil Ammitzbøll segði, at Konservativi Fólkaflokkurin hevur tveitt borgarliga Danmark út í eina kreppu, men formaðurin hjá teimum Konservativu helt fast við, at flokkur hansara hevur ikki longur álit á ráðharranum.

Framsøgumaðurin hjá Konservativa flokkinum í landbúnaðarmálum, Rasmus Jarlov, segði, at flokkurin fer at atkvøða fyri einum uppskoti um misálit, um Eva Kjer Hansen ikki sjálv leggur frá sær.

Ráðharrin og stjórnin sita framvegis

Hetta merkir, at støðan er ikki broytt síðani áðrenn fundin í gjárkvøldið. Eva Kjer Hansen hevur framvegis meirilutan í Fólkatinginum ímóti sær, men hon situr framvegis í sínum sessi. Samstundis bendir nógv á, at Lars Løkke Rasmussen ger hetta til ein sokallaðan ”kabinetspurning”. Tað vil siga, at fer ráðharrin frá, so fer øll stjórnin frá.

Málið kann enda sum uppskot um misálit á ráðharran, har Konservativi Fólkaflokkurin fellir stjórnina. Tað er ikki óhugsandi, at Konservativi Fólkaflokkurin vil broyta sín leiklut, frá at vera tann trúfasti stuðulsflokkurin, ið góðtekur alt, til heldur at hava sama leiklut sum Liberal Alliance, ið hevur givið Lars Løkke Rasmussen eina tíðarfreist at koma við skattalættum.

Bonska svarið frá forsætisráðharranum kann skiljast sum ein áminning til Konservativa flokkin um, at soleiðis kann tann veika Vinstra-stjórnin ikki arbeiða.