Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spæla við musklunum

Helgi Abrahamsen

Alt bendir á, at stjórnarkreppan í Danmark er ein roynd hjá Konservativa Fólkaflokkinum at vísa tað, sum flokkurin hevur eftir av musklum.

Konservativi Fólkaflokkurin hátíðarhelt fyrr í vikuni sín 100 ára dag, og ongantíð hevur undirtøkan hjá flokkinum verið so lítil sum nú.

Bara seks sessir hevur flokkurin á Fólkatingi, og leikluturin sum í 80-árunum var at leiða Danmark er fluttur til bert at tryggja Vinstra tað sum skal til, fyri at tey kunnu manna stjórn.

Men nú hevur floksformaðurin, Søren Pape Poulsen, eftir øllum at døma sett sær fyri at vísa styrki. Kravið er, at Eva Kjer Hansen, matvørumálaráðharri leggur frá sær. Men samtíðis sigur hann, at flokkurin vil ikki fella borgarligu stjórnina.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, ið er kendur fyri at vera góður politiskur telvari, finnur seg ikki í hesum. Hann svarar aftur, at um ráðharrin fær misálit, so merkir tað misálit á alla stjórnina. So má Søren Pape Poulsen vísa, um hann veruliga torir at halda fast við kravið um at ráðharrin skal frá, og harvið missir borgarliga stjórnin valdið.

Um val verður útskrivað orsaka av hesum, kann tað vera mønustingurin fyri Konservativa Fólkaflokkin.

Tað er tá tú brúkar musklarnar, at musklarnir vaksa, men tað eru eisini mong sum fáa skaða, tá tey royna at venja musklarnar. Komandi dagarnir fara at vísa, hvør bleiv sterkur og hvør bleiv skaddur undir hesum dystinum.