Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kølert nærkast sáttmála í NSÍ

Jákup Ósá

Miðvallarleikarin kemur til landið aftur seinnapartin.

Danski miðvallarleikarin var herfyri og royndarvandi við NSÍ, har hansara fyrrverandi hjálparvenjari í Silkeborg, Anders Gerber, er venjari. Úr Runavík lótu tey væl at leikaranum. Hann fór av landinum aftur og spældi ikki í Klaksvíkskappingini. Men nú er líkt til, at NSÍ fer at gera sáttmála við leikaran fram til summarsteðgin í øllum førum. Tí Nicolaj Kølert kemur til landið seinnapartin og tá fara partarnir at samráðast við endamáli um at gera ein sáttmála. Tískil bendur alt á í løtuni, at NSÍ fær styrk á verjukenda miðvøllinum til hetta kappingarárið.