Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framkomin maskina leggur gólv á Bakkafrosti

Helgi Abrahamsen

Arbeiðið við nýggja bygninginum hjá Bakkafrosti á Glyvrum gongur við rúkandi ferð. Í gjár, tá Norðlýsið var á vitjan á Bakka, vóru umleið 120 mans til arbeiðis á byggiøkinum, og málið er at virkið skal verða klárt at royndarkoyra í mai mánaði.

Nýggj tøkni

Eitt av mongu arbeiðunum sum vórðu gjørd á virkinum í gjár, var stoyping av gólvi. Tað arbeiðið hevur gingið sera skjótt, millum annað takkað verið eini framkomnari maskinu.

”Hon verður stýrd av einum 3D-programmi, hvar ið tú faktis leggur tekningina av bygninginum inní maskinuna.” sigur Sunvard Andreasen, verkætlanarleiðari hjá Articon.

”Maskinan finnur so sjálv útav at gera hallini á gólvinum soleiðis, at vatnið altíð rennur ímóti ristunum,” sigur hann.

Maskinan ger tað møguligt at leggja umleið 1.200 fermetrar av betongi út um dagin, og uttan eina slíka maskinu hevði neyvan borið til at lagt meira enn einar 300 fermetrar um dagin.

Skapar nógvar møguleikar

”Maskinan er dýr. Vit eru uppi í milliónaklassanum,” sigur Sunvard Andreasen, ”men tað er altíð ein spurnngur um, hvat avkast hon kann geva tey næstu árini,” sigur hann.

Hann vísir á, at maskinan gevur nógvar møguleikar, serliga um veturin, tá veðrið ofta er ein avbjóðing. ”Tá er gott at kunna stoypa skjótt teir dagarnar, tá veðrir er til vildar,” sigur hann.

Maskinan er framleidd í USA, men Articon hevur keypt hana gjøgnum Ýrland. Hon kom til Føroya í november.

.