Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veljararnir revsa Løkke

Helgi Abrahamsen

Um Lars Løkke Rasmussen velur at útskriva fólkatingsval, í kjalarvørrinum av politisku kreppuni í Danmark, so kann valúrslitið raka hann og Vinstraflokkin sera meint.

Ein nýggj veljarakanning sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken vísir, at um val hevði verið nú, hevði Vinstri fingið 16,2 prosent av atkvøðunum. Tað er ein stór afturgongd í mun til fólkatingsvalið í summar, tá flokkurin fekk 19,5 prosent av atkvøðunum.

Hetta er ringasta úrslitið, ið Vinstri hevur fingið í eini kanning hjá Megafon síðani juni 2014, tá gølurnar um klædnakeyp og annað hjá Lars Løkke Rasmussen vóru í hæddini.

Konservativi Fólkaflokkurin, sum má sigast at vera mótpartur í ósemjuni við forsætisráðharran, stendur til eina lítla framgongd í nýggju kanningini.

Í kappingini millum reyða- og bláa- veingin í donskum politikki stendur mestsum á jøvnum. Reyði vongurin stendur til at fáa 50,5 prosent og blái vongurin 49,5 prosent av atkvøðunum.