“Formansskapurin í løgtinginum hevur ikki viðgjørt støðuna, men eg fylgi væl við hvat hendir,” sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, nú fólkatingsval kann verða útskrivað hvørja løtu.
Um fólkatingsval verður útskrivað, so verður valstríð í tríggjar vikur, og tað kann koma sera illa við hjá Løgtinginum.
“Tað riggar illa at hava tingfund meðan valstríð er, tí tað fær tinglimir at brúka røðarapallin í Løgtinginum til pall at føra valstríð frá,” sigur Páll á Reynatúgvu.
Tíðarneyð
Seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið verður 7. mars og tá roknar løgtingsformaðurin við at fáa eini 40 til 45 uppskot. Hesi skulu viðgerast áðrenn tingið fer heim tann 26. apríl. Innanfyri hetta tíðarskeiðið eru eisini páskir og aðrir frídagar, so har er ikki nógv tí at taka av.
“Eg vóni at vit klára at hava fyrstu viðgerðirnar áðrenn eitt møguligt fólkatingsval verður útskrivað, tí so sleppa tingnevndirnar til arbeiðis,” sigur løgtingsformaðurin.
Hava nógv at gera í summar
“Løgtingið skal í summar hava nýggja tekniska útgerð og tinghúsið skal eisini klæðast av nýggjum, so vit hava nógv at gera í summar,” sigur Páll á Reynatúgvu.
Umframt hetta stendur eisini ein drotningavitjan á skrá.
“Enn er eingin almenn fráboðan komin um, at drotningin kemur í løgtingið, men hon plagar at vitja í løgtinginum, tá hon er her,” sigur Páll á Reynatúgvu. Hann kann tó ikki útiloka, at ein tílík vitjan má broytast orsaka av umvælingararbeiðinum.




