22. februar vóru liðin 45 ár, síðani Fuglafjarðar sløkkilið varð stovnað. Í tí sambandi verður opi hús á brandstøðini í Fuglafirði Leygardagin frá kl 13-16
Samstundis verður høvi at hitta Símun Abrahamsen, ið gevst eftir 41 ár í sløkkiliðnum.
Hetta boðar sløkkiliðsleiðarin, Jóhann Clementsen frá í einum tíðindaskrivi.




