Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Remy er í serflokki

Ítróttur

Um vikuskiftið var níggjunda og næstseinasta FM kapping í dart í ár. Kappingin var í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag. 33 mans og 11 kvinnur vóru meldaðar til kappingina og nú tað nærkast tí stóru FM finaluni í Skopun, so nærkast fólki toppforminum.


Dugur er í kvinnunum

Støði á kvinnu dart í Føroyum bara hakkar. Fyri fáum árum síðani var eingin kvinnukapping, men nú kvinnukappingin hevur vundið uppá seg, vísur tað seg at støði hækkar. T.d er rættiliga sjálvdan nú, at tað er ein kapping hjá kvinnum at ikki onkur lukkar við yvir 100. Hesuferð var tað favoritturin Joan Edvør Thomasen ið lukkaði við 108. Joan Edvør og Elisabeth Nikolajsen komu til kappingina sum favorittar. Elisabeth reyk heldur óvænta út móti Maibritt Hvíthamar í fjóringsfinaluni. Maibritt ið er ein av teimum ungu lovandi dartspælarunum, møtti síðani Anniku Joensen í hálfinaluni, og annað kann ikki sigast at hon gjørdi lívið súrt fyri Team Samdoy hendan dagin og sló hana eisini út. Joan Edvør møtti mammu síni Gunnbjørg Dam og her slapp eggið ikki at læra hønuna. Finalan stóð so ímillum Gunnbjørg Dam og Maibritt K Hvíthamar. Gunnbjørg hevur verið ímyndin av føroyskum kvinnudart, síðan dart byrjaði í Føroyum, í fleiri ár spældi hon saman við monnunum og hava mangir fingið skarpan gang frá henni. Í finaluni vann hon 3-0

Nr 1. Gunnbjørg Dam – Havnar Dartfelag

Nr 2. Maibritt Kárdóttir Hvíthamar – Havnar Dartfelag

Nr.3 Joan Edvør Thomasen – Vága Dartfelag

Nr.3 Annika Joensen – Team Sandoy

Hægst Útgang. Joan Edvør Thomasen – Vága Dartfelag 108

Fægst Pílar. Elisabeth Nikolajsen – Team Sandoy

Favorittarnir fullu

Í fleiri ár hevur Remy G Hansen verið føroya fremsti dartspælari, Remy er á tí støðinum, at um hann hevði havt møgulikan at spælt dart fulla tíð, so var hann í heimselituni. Her hava vit við eitt talent at gera, sum vit neyvan koma at síggja aftur í føroyskum dart næstu 50 árini. Av tí at hann hevur drigist við skaða, so hevur ikki borið til hjá honum at verið við alt kappingarárið, men tá hann er við, so vísur hann eitt støði ið vit ikki hava sað fyrr.

Hjá monnum sóu vit beinanvegin at her kundi alt henda. Jørgin Meitelberg ið var ein av favorittunum reyk út í fyrsta cup dystinum móti Laurits Hansen. Barður Olsen kom til kappingina sum Nr 1 á styrkilistanum møtti Jákup Martin Jacobsen í fjóringsfinaluni og her var væntandi at Barður fór at vinna. Jákup Martin kom á odda 2-0 aðrenn Barður vendi dystinum og kom uppá 3-2. Nú trúðu øll at her var avgjørt,

men Jákup Martin kom við einum ordiligum come back og vann dystin 4-3, Jákup Martin var tann ið skoraði flestar 180 ara hendan dagin. Eitt annað yvirraskilsi var eisini í fjóringsfinaluni. Bogi Isaksen ið kom til kappingina sum Nr 2 møtti Allan við Rætt. Allan er ein so at eiga óskriva blað í føroyskum dart, men hendan dagin spældi hann ótrúliga væl og vann heldur óvanta 4-1 á Boga.

Hálvfinalurnar stóðu ímillum Remy – Jákup Martin og Jens Albert Simonsen – Allan við Rætt. Remy vísti klassan og vann hann 5-0 í hálvfinaluni. Hin hálvfinalan var eitt sindur meira spennandi. Allan førdi eitt skifti 3-2, men rutinan hjá Jens Albert gjørdi at hann vann dystin 5-3.

Í finaluni legið Jens Albert fyri sum eitt óløgið og fyrsta setti bendi á at vit fóru at fáa ein góðan dyst. Jens Albert skoraði betur og kom niður at lukka beinan vegin, men fekk síðani trubuleikar við at raka doubulin. Remy kom sovandi niður og lukkaði og kom á odda 1-0. Síðani fór maskinan í gongd og endaði finalan 6-0 til Remy. Gjøgnum kappingina tapti Remy bert tað eina setti og var tað í fjóringsfinaluni á Petur Thomsen. So annað kann ikki sigast enn at hann er stór favorittur at vinna FM í 2016.

Nr 1. Remy G Hansen – Kongshavnar Dartfelag

Nr 2. Jens Albert Simonsen – Vága Dartfelag

Nr 3. Jákup Martin Jacobsen – Kongshavnar Dartfelag

Nr 3. Allan við Rætt – Kongshavnar Dartfelag

Hægst útgang. 149 Jákup Martin Jacobsen – Kongshavnar Dartfelag

Fagst pílar . 12 Remy G Hansen – Kongshavnar Dartfelag

Tvímansleikur úrslit:

Nr 1. Remy G Hansen / Petur Thomsen – Kongshavar Dartfelag/Tofta Dart

Nr 2. Barður Olsen / Uni Árting – Havnar Dartfelag

Nr 3. John Bjarni Fredriksberg / Jann í Giljum – Strálan

Nr 3. Jens Albert Simonsen / Jørgen Meitelberg – Vága Dartfelag – Havnar Dartfelag

Næsta kapping verður í hølunum hjá Havnar Dartfelag, Handan á 1 tann 19 mars