Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hálvthundrað føroyingar til innandurakapping í Keypmannahavn

Danial Viðoy

Leygardagin skipaði fótbóltsfelagið fyri útisetar í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, fyri innandura kapping. Luttøkan var avbera góð, má sigast. MYNDIR.

Leygardagin skipaði fótbóltsfelagið fyri útisetar í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, fyri innandura kapping. Luttøkan var avbera góð, má sigast. MYNDIR.

Norðlýsið var sum vera mann til staðar og fekk nakrar myndir av hugnaligu steypakappingini. Innandurakappingin varð hildin í Svanemøllehallen, sum er á Eysturbrúgv. Vinnararnir av steypakappingin, ”Niels og tey”, sum liðið kallaði seg, vann kappingina. “Niels og tey” eru á myndini.

Kappingin var annars skipað soleiðis, at fyrst og fremst hava útisetarnir melda seg til kappingina. Síðani hevur nevndin í felagnum roynt at gjørt lið, so jøvn sum eina ferð tað ber til, har minst ein genta/kvinna skuldi vera á hvørjum liði. – Málini, sum genturnar skutu, taldu tvífalt so nógv sum hjá monnunum. Tískil var týdningarmikið at gentan fekk seinasta fótin á.

Umframt hetta, skuldi hvørt lið navngeva liðið, finna upp á eitt herróp og eina ”jubil-senu”. ”Kiskurnar” fingu heiðurin fyri besta navnið.

Undirritaði kann upplýsa, at tað var ógvuliga stuttligt og at tiltakið eydnaðist væl. Hetta var fyrri partur av degnum, tí seinni var boðið til pitsa og annað gott á Oyrasundskollegiinum.

ÍF Føroyar skipar skipar á hvørjum fyri innandurakapping og hugna afturvið, stutt áðrenn kappingarbyrjan. Landskappingin hjá teimum fýra liðunum, sum leika heilan-vøll byrjar seinast í mars og fyrst í apríl. Menninir hava longu vant í ein góðan mánaða, meðan kvinnuliðið hevur vant í tvær vikur.

Myndir frá innandurakappingini: