Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- & Heimatænasta søkir eftir avloysarum til summarið og avloysarum til longri tíðarskeið

LÝSING

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tann eldra borgaran, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Høvuðsuppgávan er:

· at tryggja óhjálpnum eitt gott og virðiligt lív/deyða

· at veita hjálp til framhaldandi at liva sítt egna lív

· at stuðla til sjálvbjargni í tann mun, tað er gjørligt

· at viðlíkahalda tær sosialu relatiónir, sum persónurin hevur


Tænasturnar í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) verða veittar heimabúgvandi borgarum, umframt borgarum, sum búgva á teimum fimm bústovnunum hjá NBH.


Summarfrítíðaravloysarar til flest allar eindirnar í NBH

Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til allar búeindirnar og heimatænastueindina í NBH í tíðarskeiðnum 20. juni til 21. august 2016. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.


Avloysarar til longri tíðarskeið

Søkt verður eftir :

Sjúkrarøktarfrøðingi til Sambýlið á Heygnum í tíðarskeiðnum 1. mai 2016 til 31. mars 2017, 34 tímar um vikuna í miðal svarandi til 0,85 í brøki.

Heilsurøktara til Heimatænastuna at byrja sum skjótast og til 1. november 2016, 30 tímar um vikuna í miðal svarandi til 0,75 í brøki.

Heilsuhjálpara til Heimatænastuna í tíðarskeiðnum 1. juli 2016 til 30. juni 2017, 35 tímar um vikuna í miðal svarandi til 0,875 í brøki.


Førleikakrøv til størvini

· Útbúgving svarandi til fakbólkarnar, lýst verður eftir

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv

· Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær skrivstovuna hjá NBH, á tlf. 410000, yrkadagar millum kl 10-16 ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi 1. apríl 2016.



Harleyfacadeacryl