Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Næstan ómøguligt at fáa egnarar í Lorvík

Myndir: Oliver Joensen – Tekstur: Helgi Abrahamsen

“Her standa 10 egningarskúrar og av teimum eru 9 tómir. Og her í skúrinum standa 4 menn og egna í dag. Ein er 46 ár, ein er 82, ein er 85 og tann elsti er 87 ár,” sigur Kjartan Joensen, útróðrarmaður í Leirvík. Kjartan rør út við bátinum Gusta og hóast hann er sjálvur annar við bátinum, er sera trupult at fáa manning.

“Síðani á nýggjárinum havi eg verið 12 túrar og eg havi havt 6 ymiskar matrósar við,” sigur hann.

“Hetta er ein farin tíð – hesir verða seinastu egnararnir her í bygdini,” sigur Kjartan.

Vit fara at gera meira burturúr vitjanini í Leirvík í Norðlýsinum næsta fríggjadag, men her eru nakrar myndir, sum vórðu tiknar í morgun.


(og um onkur hevur hug at hjálpa til í egningarskúrinum í Leirvík, so er bara at ringja til Kjartan 
tlf. 21 13 80).

Harleywoodpaint