Í morgun fingu skiparanæmingarnir og skiparaatstøðingarnir á Sjónámi frálæru í bjargingarútgerð. Sjónám hevur eina støð við slíkari útgerð við Borðoyarvík, har draktir, bátar og alskyns bjargingarútgerð kann roynast. Vanliga hava kránar verið nýttir til simulering av at lyfta næmingar upp í tyrlu, men í dag var avtala fingið við nýggju tyrluna hjá Atlantsflogi um at vera við til frálæruna.
Sum skilst, so tók tyrlumanningin hesa uppgávuna sum eina venjingaruppgávu hjá teimum sjálvum, so sigast kann, at næmingarnir fingu eina sera realistiska venjing í dag, samstundis sum manningin á tyrluni fekk roynt nýggju tyrluna í hesum arbeiði. Her nakrar myndir:




