Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparráðið leggur sína várfrágreiðing fram í morgun kl. 9

Helgi Abrahamsen

Búskaparráðið hevur bjóðað til tíðindafund í morgun kl. 9. Á fundinum, sum verður í Læraraskúlahøllini, fer ráðið at leggja fram búskaparfrágreiðingina fyri várið 2016.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og at ráðgeva um búskaparlig viðurskifti. Undir hesum skal ráðið ráðgeva um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum.

Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar í mars og í september. Harumframt kann ráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.

Búskaparráðið hevur tríggjar limir, ið sita í eitt fýraáraskeið.

Í løtuni manna Sverri Hansen, Thomas Dam og Herit V. Albinus ráðið.

Harleywoodpaint