Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur ímóti Neistanum leygardagin

Leygardagin kl. 17:00 verður dystur millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum í KÍ-høllini.

Seinast liðini hittust, var í Coca Cola kappingini. Dysturin varð leiktur í KÍ-høllini, og var hann rættiliga undirhaldandi og spennandi. Stjørnan hevði leiðsluna til eitt korter var eftir av dystinum. Seinastu løtuna tyktist sum at kreftirnar gingu undan hjá Stjørnuni, og mistøk blivu gjørd, sum m.a. høvdu við sær, at Neistin fekk nøkur skjót mótálop, sum góðu mál. Dysturin endaði við einum 30-25 sigri til Neistan.

Tað er ikki óhugsandi, at stjørnukvinnurnar leygardagin fara at geva oddaliðnum dygga mótstøðu, og talan kann blíva um ein spennandi dyst.