Í dag hevur verið sera gott veður kring alt landið. Eitt lítið lot hevur verið úr ymsum ættum, og hitin hevur ligið um frostmarkið. Loftið hevur verið klárt, og sólin hevur víst seg. Hetta er hátrýstveður.
Veðrið fer at verða tað sama í kvøld, tó at ættin sum líður fer at vera sunnan.
Eitt brúgvalag nærkast okkara leiðum úr vestri. Tað hevur regn við sær. Tað er ætlandi yvir okkum seint í kvøld og í nátt. í morgin ári er tað farið framvið, og so verður turt aftur. Ættin fer upp í lágan vestan í morgin ári; seint seinnapartin útsynningur. Vindferðin verður um 5 m/s fyrrapartin; 5 til 10 m/s seinnapartin. Um kvøldið gongur ættin niður ímóti suðuri. Fyrrapartin í morgin verða onkrir ælingar – seinnapartin turt. Seint um kvøldið fer at regna. Hitin í morgin fer at liggja nørkur stig oman fyri frostmarkið.




