Seinasti dagur at leggja uppskot fyri Løgtingið í hesi tingsetuni var í gjár, men ikki kann sigast, at henda tingsetanin fer í søguna sum ein av teimum, har Løgtingið var virkið.
Einans 102 vanlig uppskot eru løgd fyri tingið í hesi tingsetuni. Til samanberingar kann nevnast, at tær undanfarnu tingseturnar sóu tølini soleiðis út:
Tingsetan 2014: 158 uppskot
Tingsetan 2013: 154 uppskot
Tingsetan 2012: 154 uppskot
Tingsetan 2011: 193 uppskot
Tingsetan 2010: 201 uppskot
Tingsetan 2009: 173 uppskot
Tingsetan 2008: 177 uppskot
Tað sum serliga tykist løgið er, at landsstýrið sum nú situr, lovaði undan valinum stórar broytingar í førda politikkinum. Tað skuldi kunna sæst aftur við nógvum lógaruppskotum, men so er ikki. Landsstýrið hevur higartil bara lagt 53 uppskot fyri tingið, og av teimum eru tvey tikin aftur.
Enn ber til at leggja uppskot fyri tingið um 17 tinglimir skriva undir, og vanliga koma nøkur uppskot afturat, eftir at seinasti framløgudagur hevur verið, men tey uppskotini eru ongantíð nógv í tali.




