Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stavnabundnir fyritíðarpensjonistar

Fólkaflokkurin

Annika Olsen hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fyri løgtingið, um at loysa fyritíðarpensjonistar úr tí stavnabandi, sum er fest í lógini um fyritíðarpensjón.

Annika Olsen hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fyri løgtingið, um at loysa fyritíðarpensjonistar úr tí stavnabandi, sum er fest í lógini um fyritíðarpensjón.


Fyritíðarpensjonistar hava allir nóg nógvar forðingar fyri einum góðum 
gerandisdegi, uttan at tað skal vera neyðugt hjá almennu Føroyum at binda tey niður. Sum støðan er nú, so kunnu fyritíðarpensjonistar flyta við fyritíðarpensjónini millum Føroyar og øll norðurlond, uttan til Danmarkar.


Flytir ein føroyskur fyritíðarpensjonistur til Danmarkar, so kann viðkomandi 
hava sera torført við at varðveita fyritíðarpensjón sína. Tað er margháttligt, at trupulleikin skal finnast innan Ríkisfelagsskapin, men ikki tá flytast skal til annað Norðurland.


Fyrrverandi landsstýriskvinnan í Almannamálum, Annika Olsen fann semju 
við danska starvsbróðurin Manu Sareen í august 2014 um at loysn skuldi finnast á trupulleikanum.


Forarbeiðið er gjørt, so nú er tað upp til landsstýrið at fáa stavnabandið av føroyskum fyritíðarpensjonistum slitið einaferð med alla.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag.

Uppskotið kann lesast HER:

http://www.logting.fo/files/casestate/16111/080.15%20U.t.s.%20um%20fyrtidarpensjon.pdf

Fólkaflokkurin

Harleyfacadeacryl