Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 álopsleikari nú klárur

Jákup Ósá

Sum skilst verður væntað nógv av spanska framherjanum hjá B68.

Sum skilst verður væntað nógv av spanska framherjanum hjá B68.

Carlos Quintana Herrero hevði ikki fingið neyðugu loyvini uppá pláss til 1. umfar í Effodeildini. Men nú eru hesi loyvir komin uppá pláss, og spanski framherjin kann tí spæla sín fyrsta almenna dyst í Føroyum sunnudagin á Svangaskarði, tá TB vitjar. Av Svangaskarði ljóðar, at framherjin hevur víst góðar taktir undir venjing og venjingardystum í ár, har hann eisini hevur skorað fleiri mál.