Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Newcastle nýggjan venjara hesa vikuna?

Jákup Ósá

Okkurt bendur á tað.

Okkurt bendur á tað.

Fleiri enskir miðlar skriva, at Rafael Benitez, sum er fyrrverandi venjari hjá m.a. Liverpool, Real Madrid, Valencia, Chelsea, Napoli og Inter, fer at taka yvir hjá Newcastle innan stutta tíð. Núverandi venjarin hjá Newcastle, Steve McClaren, er undir sera stórum trýsti eftir tey vánaligu úrslitini hetta kappingarárið, har Newcastle í løtuni liggur til niðurflyting. Flestu miðlarnir tykjast samdir um, at hann fær sekkin ein av komandi døgunum. Benitez er stórfavorittur at taka yvir.

Summi bløð skriva, at sáttmálin við Benitez longu er gjørdur og Sky Sports skrivar, at Benitez hevur áhuga at koma til Newcastle.

Benitez er ein tann mest vinnandi venjarin í Europa seinastu 15 árini. Úr rúgvuni kann nevnast, at hann vann spanska meistaraheitið við Valencia í 2002 og 2004, UEFA Cup við Valencia í 2004 Champions League við Liverpool í 2005, FA Cup við Liverpool í 2006, og Europa League við Chelsea í 2013.