Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

07Vestur væntar sær nógv av kappingarárinum

Jákup Ósá

Teir vitja hjá KÍ leygardagin.

Teir vitja hjá KÍ leygardagin.

Heimasíðan hjá 07Vestur dylir ikki fyri, at vónirnar til kappingarárið eru stórar.

Aldri áður hevur hópur okkara verið so breiður sum nú, við nógvum leikarum, sum stríðast um plássini. Hetta sæst eisini á intensitetinum á venjingini, nú bert dagar eru til fyrsta umfar. Bert heilt fáir leikarar vera av álvara truplir at erstatta, um teir fella frá, og tað vitnar um góða styrki til eitt langt kappingarár.

‘Sum sagt at byrja við, er stórt trýst á allar leikarar at prestera, við nógvum sterkum møguleikum til øll plássini. Og fyrsta royndin verður leygardagin.’

Og tað er helst eisini rætt, at 07Vestur eigur at hava góðan møguleika at flyta upp í ár. Tí liðið hevur fingið fleiri stórar profilar. Málverjin Ivan Stojkovic og verjuleikarin/miðvallarleikarin Martin Tausen eru komnir úr TB, har teir vóru lyklaleikarar í Effodeildini í fjør og í álopið er komin Søren Nielsen, sum áður hevur verið toppskjútti hjá danska felagnum Thisted. Harafturat eru royndir leikarar í hópinum við royndum úr Effodeildini sum t.d. Holgar Djurhuus, Petur G. Dalbø og og Gunleif Olsen.

Í fjør endaði 07Vestur á 3. plássi, men nú er greiða málið at sleppa uppaftur í Effodeildina. Fyrsta royndin er leygardagin móti næstbesta liðnum hjá KÍ, sum í fjør endaði á 5. plássi í 1.deild. Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00.