Sosialurin hevur ringt til nógvar prestar í Føroyum, fyri at spyrja hvørja støðu teir hava til spurningin um at signa samkynd pør í kirkjuni, eftir at hesi eru gift borgarliga. Spurningurin er rættiliga viðkomandi í hesum døgum, tí nógvir føroyingar góðtaka at tvey av sama kyndi verða gift borgarliga, men ikki at hesi verða gift ella signað í kirkju. Tí kann støðan hjá kirkjuni fáa ávirkan á støðuna hjá fleiri løgtingslimum, sum um stutta tíð skulu atkvøða um hjúnabandslógina.
Hóast fleiri av spurdu prestunum áður hava sagt seg verið fyri at fólk av sama kyni kunnu giftast, so velja tey kortini ikki at svara spurninginum hjá Sosialinum. Møguliga er tað av taktiskum ávum, at prestar sum taka undir við at signa samkynd pør velja ikki at svara.
Løgtingið sum kirkjuting
Ein av prestunum sum ikki vil gera viðmerkingar til málið, meðan tað verður viðgjørt í tinginum, er Theodor E. D. Olsen, prestur í Hoyvík. Hann skrivaði í Kirkjutíðindum nr. 3/2015 eina grein um politiska myndugleikan sum lóggevara fyri fólkakirkjuna. Í greinini segði hann, at kirkjan skal ikki gera sínar egnu lógir, men fylgja teimum lógum, sum politikararnir samtykkja.
“Fólkakirkjan hevur einki kirkjuting, sum ávísar aðrar kirkjur hava, og tí er løgtingið eitt slag av kirkjutingi,” segði hann.
Tað einasta sum politikararnir ikki eiga at blanda seg uppí, segði Theodor, er Bíblian, trúarjáttanirnar og Luthers Lítla Katekismus.
“Kirkjan skal geva íblástur og leiðbeina. Men vit hava valt politikararnar til at smíða lógirnar. Eisini kirkjulógirnar, ið siga okkum, hvat kirkjan kann og ikki kann,” segði hann.
Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at um løgtingið samtykkir borgarliga giftu og kirkjuliga signing av samkyndum pørum, so eigur kirkjan at fylgja tí, og tað er júst hetta sum stendur í uppskotinum, ið nú liggur í løgtinginum.
Fleiri sum ikki svara
Umframt Theodor E. D. Olsen eru fýra aðrir prestar, sum eru spurdir, men annaðhvørt siga seg ikki hava tikið endaliga støðu til spurningin ella ikki vilja svara.
Einasti presturin sum greitt sigur, at hann fer at signa samkynd pør í kirkjuni er Jens Mortan Mortensen, sóknarprestur í Hvalba.
16 prestar eru við í spurnarrunduni hjá Sosialinum. Samanlagt eru 23 prestar í Føroyum umframt biskup og dómpróst.




