Tað eru í dag 60 ár liðin síðani flakavirkið Frost (nú Tavan) í Leirvík varð stovnað, og hetta verður hátíðarhildið við móttøku á Tavuni frá klokkan 16 – 19 í dag.
Samtíðis verður hátíðarhildið, at tað í fjør vóru liðin 40 ár síðani Páll Joensen, maskinmeistari, byrjaði á Frost, og hetta starvið røkir hann framvegis.
Eisini verður hátíðarhildið, at seinni í ár hevur Jógvan Elias Joensen verið 60 ár í starvi hjá Frost/Tavuni. Hann byrjaði sum skrivari, síðani var hann nevndarlimur og nú er hann nevndarformaður.
Jógvan Elias Joensen er júst vorðin 85 ár, og Páll Joensen verður 85 ár seinni í ár.




