Hóast fimleikaframsýningin hjá Klaksvíkar Fimleikafelag varð fyriskipað samstundis, sum KÍ hevði sín fyrsta heimadyst á árinum, so var fimleikaframsýningin sera væl vitjað. Tó so, helst høvdu nøkur fleiri verið til framsýningina um stóru tiltøkini ikki høvdu fallið sama dag og neyvt somu tíðir á degnum.
Men sigast skal, at áskoðararnir, ið høvdu leitað sær í Badmintonhøllina, vóru sera nógvir, og teir fingu eisini valuta fyri atgongupeningin. Framsýningin var sera áhugaverd og sera væl fyriskipað. Ikki færri enn 280 íðkandi limir í fimleikafelagnum fingu høvi at sýna kynstur síni.
Vit lata myndirrnar siga sína søgu:




