Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn Samuelsen helt røðu í ST

Tíðindaskriv

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, helt í gjár røðu í ST, tá aðalfundurin hjá Kvinnukommisjón ST varð settur.

Setanarrøðurnar vórðu hildnar av Mogens Lykketoft, formanni fyri ST aðalfundin, Ban Ki-moon, aðalskrivara hjá ST og Phumzile Mlabo-Ngcuka, forkvinna fyri Kvinnukommisjónini hjá ST. Eftir setanarrøðurnar fingið londini høvi at halda røður, har Danmark helt seinastu røðuna í gjár. Røðurnar frá londunum halda fram í dag og í morgin.

Føroyar fingu part av talutíðini hjá Danmark, og í røðu síni kom Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna inn á avbjóðingar, ið Føroyar hava á javnstøðuøkinum, m.a. í mun til inntøkubýtið millum menn og kvinnur, og undirskotið av kvinnum í burðardyggum aldri.

Sí videobrot, tá ið landsstýriskvinnan helt røðu í ST HER