Verður framhaldandi arbeitt við at leggja neyðug lógaruppskot fyri Løgtingið, og at seta neyðuga játtan av á langtíðaríløguætlanini og á fíggjarlógini, so farast kann undir at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík í næstum? Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, at greiða løgtinginum frá. Bjørn Kalsø spyr eisini, hvørjar upphæddir fara at verða settar av til hesa verkætlan í komandi fíggjarkørmum og fíggjarlóg.
Arbeitt í fleiri ár við eini ætlan
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, at seinastu trý fýra árini hevur Mentamálaráðið saman við húsarhaldsskúlanum, Klaksvíkar Kommunu, Landsverki og Bústøðum arbeitt við at fyrireika bygging av nýggjum húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Arbeitt hevur bæði verið við at gera byggiskrá og at finna útvegir fyri at fíggja verkætlanina.
Komið var so at siga á mál við byggiskránni, og ætlanin var at nýta ásetingarnar í løgtingslógini um húsarhaldsskúlar umframt samstarv við Bústaðir til at fíggja verkætlanina.
”Verður hesin leistur nýttur, verða tað húsarhaldsskúlin, kommunan og landið, sum fíggja skúlabyggingina og innbúgv, meðan avtala verður gjørd við Bústaðir um búeindina til næmingarnar í skúlanum,” sigur Bøjrn Kalsø.
Hann sigur, at hann hevur sett spurningin fyri at eggja til framhald við verkætlanini og fyri at fáa upplýst, hvussu gongst at fremja verkætlanina í verki.




