Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reika sum heima í Evropa

Danial Viðoy

VER er komið við avbera góðum og nýggjum tilboðið til núverandi og nýggjar kundar. Nú fer at bera til, at brúka telefonina í Føroyum og í nærum øllum Evropa fyri sama prís.

Reika sum heima í Evropa

Fyrst tóku vit landamørkini í Evropa burtur við fríari talu. Nú verður alt íroknað. Umframt at tosa frítt kunnu kundar hjá ver og vinnukundar hjá Føroya Tele nú nýta data í og smsa til, í og úr nærum øllum Evropa – júst sum heima í Føroyum.

Hetta er til tey, sum eru á veg út í heim. Til tey, sum vilja hava alt við. Sum vilja stroyma, fanga løtuna, pakka hana inn og senda hana heim. Til tey, sum vilja tosa og smsa frítt. Facebooka, snappa, lesa teldupost og finna veg alt fyri eitt og sama hvar, tey eru. Hetta er til tey, sum ynskja at vera bíliga og trygt á netinum; eisini tá tey eru uttanlands.

Hetta er at reika sum heima í Evropa. Ein nýggj uttanlandstænasta frá ver og Føroya Tele, ið loyvir privat- og vinnukundum at tosa, nýta data og smsa til, í og úr nærum øllum Evropa – júst sum heima í Føroyum. Við tænastuni eru prísirnir teir somu, sama um kundin er staddur í Føroyum, í Norðurlondum ella í nærum øllum Evropa.

Tænastan er ymisk frá einum haldi til annað. Øll Frí-haldini hjá ver og vinnuligu Fríhaldini hjá Føroya Tele fáa fríu smsini íroknað, meðan privathaldini Frí+ 3GB og Frí+ 6GB og vinnuhaldini Fríhald+ 4GB og Fríhald+ 8GB fáa bæði fríu smsini og møguleikan at nýta data uttanlands íroknað.

At ferðast við ver og Føroya Tele verður so statt nógv bíligari og lættari. Við hesum avdúka vit reika sum heima í Evropa, sum er eitt nýtt og ómakaleyst framhald av fríu taluni í nærum øllum Evropa. Nú endar so statt tíðin við stórum eykarokningum og høgum uttanlandskostnaði.

Sí meira á ver.fo og ft.fo.