Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer at siga hvør setti eld á Scandinavian Star

Helgi Abrahamsen

Fráfarni danski skipaeftirlitsmaðurin, Flemming Thue Jensen, leggur í morgun fram prógv um, hvør setti eld á ferðamannaskipið Scandinavian Star.

Klokkan 10 í morgun (danska tíð) skuldi hann til avhoyringar í býarrættinum í Keypmannahavn um málið.

“Eg fari at siga, hvør høvuðsmaðurin aftanfyri hendingina var, men eg fari ikki at siga, hvussu persónurin eitur, tí tað er uppgávan hjá norsku løgregluni at siga tað,” segði Flemming Thue Jensen, áðrenn rættarfundurin byrjaði í morgun.

Seinnapartin fer Flemming Thue Jensen at hava tíðindafund í Keypmannahavn um málið.

158 fólk doyðu, tá Scandinavian Star brendi í 1990.