Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í málsligari menning

Klaksvíkar Kommuna

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur í februar og mars skipað fyri skeiði í málsligari menning fyri námsfrøðingum.

Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur í februar og mars skipað fyri skeiði í málsligari menning fyri námsfrøðingum.

Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á málsligu menningina hjá børnum.

Undirvísingin fevndi um :
•málsligu menningina hjá børnum
•at greina og staðfesta málsligar avbjóðingar
•at staðfesta hvørjar málsligar avbjóðingar barnið hevur
•tiltøk sum skulu setast í verk í samband við málsligar avbjóðingar

Undirvísari á skeiðnum hevur verið Jórun Vágsheyg Niclasen.
Á myndini eru luttakarnir á skeiðnum.