Hóast tilsøgnir og váttan um tað øvugta so vísti uppskotið um broytingar í hjúnarbandslógini at verða júst tað sum umsitingin hjá løgtinginum vísti á í notati til Trivnaðarnevndina í desember 2015. Men álíkavæl varð til tað seinasta roynt at trýsta uppskotið gjøgnum tingið – har enntá trýst varð lagt, á samgongufundi á tey, sum tóku somu fyrivarni sum løgtingsskrivstovan.
Hóast tilsøgnir og váttan um tað øvugta so vísti uppskotið um broytingar í hjúnarbandslógini at verða júst tað sum umsitingin hjá løgtinginum vísti á í notati til Trivnaðarnevndina í desember 2015. Men álíkavæl varð til tað seinasta roynt at trýsta uppskotið gjøgnum tingið – har enntá trýst varð lagt á samgongufundi á tey, sum tóku somu fyrivarni sum løgtingsskrivstovan.
Grísur symboliserar óvitenheit og grammleika og tað er trupult at síggja hvussu uppskotið um broytingar í hjúnabandslógini er komið so langt sum til atkvøðugreiðslu í løgtinginum. Viðmerkingarnar hjá løgtingsskrivstovuni eru ikki til at misskilja og var uppskotið samtykt gjárkvøldi hevði eingin í løgtinginum klára at svara spurninginum um samtyktin nakrantíð fór at fáa praktiskan týdning, ella um danska stjørnin yvir høvir kundi gjørt tær broytingar í lógini sum forkvinnan, saman við meirilutanum í Trivnaðarnevnd løgtingsins vildu hava løgtingið at samtykkja.
Viðmerkingarnar hjá løgtingsskrivstovuni kunnu lesasast her:




