Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torbjørn Jacobsen: KÍ er ein lunkað vøra

Jákup Ósá

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu heldur lítið um KÍ liðið 2016.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu heldur lítið um KÍ liðið 2016.

Torbjørn Jacobsen er gestur í FSF varpinum hesaferð. Hann ivast ikki í, at HB vinnur dystin sunnudagin og hóast KÍ – burtursæð frá uppflytaranum Skála – er lokalasta liðið í Effodeildini, so heldur Torbjørn, at tað eru ov nógvir leikarar uttanífrá í KÍ.

– HB er eitt av teimum liðunum, sum kemur at liggja heilt uppi í toppinum. Meðan KÍ er blivin ein meira lunkað vøra. Tað má man altso siga. Tað sær ikki út til at rigga, tá man roynir at keypa seg fram í oddin í føroyskum fótbólti. Og tann royndin sær eisini út til at kiksa í 2016. Tí skal mítt tilmæli til klaksvíkingar vera, at teir fara at rekruttera millum síni egnu 5000 fólk fyri at blíva føroyameistari aftur. So HB vinnur handan dystin, sigur Torbjørn Jacobsen m.a.

Hann væntar, at NSÍ vinnur FM, HB verður nummar 2 og Víkingur nummar 3.