Gordrúgvin fekk 11.000 pund og Líðhamar gjørdi eisini ein góðan túr, meðan tað var vara misjavnt hjá hinum.
Gordrúgvin fekk 11.000 pund og Líðhamar gjørdi eisini ein góðan túr, meðan tað var vara misjavnt hjá hinum.
Nógvur útróður hevur verið hesa vikuna og sum kunnugt, so stendur á at fáa línuna egnda og heitt verður á áhugaði fólk um at møta upp á Stongunum at koma at egna. Gordrúgvin hevur havt eina góða viku og selir 11.000 pund í dag. Somuleiðis hevur Líðhamar havt eina góða viku og hann selir góð 8000 pund í dag.
Annars var fiskiskapurin hesin:
Gordrúgvin 11.000 pund
Líðhamar 8000 pund
Norðsøki 4000 pund
Brandur 4500 pund
Bjørgvin 4500 pund




