Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur Húsarhaldsskúli í miðbýnum í Klaksvík

Nordlysid

– Á býráðsfundinum hóskvøldið 17. mars samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggjum Húsarhaldsskúla Føroya, sum verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík.

– Á býráðsfundinum hóskvøldið 17. mars samtyktiKlaksvíkar býráð einmælt at játta sín part av kostnaðinum fyri nýggjumHúsarhaldsskúla Føroya, sum verður bygdur í miðbýnum í Klaksvík.

 

 

Fríggjadaginhandaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, tilsøgnina frá Klaksvíkar býráð tilJóhonnu á Tjaldrafløtti, skúlastjóra í Húsarhaldsskúla Føroya, sum nú er kominlangt í fyrireikingunum av at byggja nýggjan skúla.

 

Einbyggibólkur – mannaður við arkitekti og umboðum fyri Mentamálaráðið,Húsarhaldsskúla Føroya, og Klaksvíkar kommunu – hevur gjørt eina byggiskrá, harbygging av nýggjum skúla í miðbýnum í Klaksvík er kostnaðarmett til 30 mió. kr.+mvg.

 

Í lógini erásett eitt býti av íløgukostnaðinum millum land og heimstaðarkommunu, og viðstøði í hesum og júst framleiddu í byggiskránni hevur Húsarhaldsskúli Føroyasøkt Klaksvíkar kommunu um at játta sín part av verkætlanini, sum nú erjáttaður.

 

Gott samstarv við landsstýrið

– Vit havaeitt sera gott samstarv við Føroya Landsstýri um hesa spennandi verkætlan, ið vitsum kommuna síggja nógvar møguleikar í, og tí fegnist eg um, at eitt einmæltbýráð tók undir við at játta kommununnar part av verkætlanini, sigur JógvanSkorheim, borgarstjóri

 

– Umframtsjálvan skúlan eru eisini lestraríbúðir partur av hesari byggingini, sum fer atseta lív í miðbýin í Klaksvík, og tí arbeiða vit eisini miðvíst við at fremjabyggingina av lestraríbúðunum har.

 

– Fyri okkumsum kommunu hevur tað eisini stóran týdning at hava eitt skúlatilboð til ungdóm,bæði hiðani  úr økinum og øllum landinum,tí hetta er við til at skapa trivnað og eitt gott umhvørvi. HúsarhaldsskúliFøroya byrjaði her í Klaksvík, og hann er tí ein partur av býarmyndini, herskúlin skapir lív, ikki bert fyri gentur, men so sanniliga eisini fyridreingir, sigur borgarstjórin við einum smíli.

 

Avgerandi at fáa nýggjan skúla

Jóhanna áTjaldrafløtti, skúlastjóri, hevur myndað og leitt Húsarhaldsskúla Føroya í nógvár, og hon kann fegnast um at leiða ein skúla, sum er ógvuliga væl umtóktur,bæði millum ungdóm, sum í stórum tali søkja inn á húsarhaldsskúlan, og millumtilkomin í øllum aldri, sum fjølment koma úr øllum landinum til styttri skeiðav ymsum slag.

 

– Eg eriómetaliga spent at fáa hesa byggingina framda, tí hesum hava vit bíðað eftir ogstríðst fyri leingi, og tí eri eg ógvuliga takksom fyri tann vilja, sum eittsamt býráð hevur víst hesari verkætlanini, sigur Jóhanna Tjaldrafløtti.

 

– Vit treingjatil dagførdar umstøður, og tí fegnist eg um, at Føroya Landsstýri ogMentamálaráðið hava víst hesi verkætlan stóran áhuga í tilgongdini higartil,sum vit vóna fer at bera á mál, soleiðis at vit skjótt kunnu flyta inn í hendanspennandi skúlabygningin á einum so góðum staði mitt í Klaksvík.