Rebekka Fuglø úr Treysti tryggjaði sær sigurin í samlaðu TF Vetrarkappingini í gjár. Rebekka sum hevur sína styrki í miðteinarenning, rann á fyrsta sinni undir 40 minuttir, tá hon kom á mál sum nummar tvey, í FM 10 km, við tíðini 39,29 minuttir. Tryggur vinnari gjørdist føroya besti kvinnuligi langteinarennari í løtuni, Marna Egholm úr Bragdinum, sum rann teinin uppá 35,32 minuttir. Nummar trý bleiv Duruta Reginsdóttir á Lofti við tíðini 42,37 minuttir.
Endaliga úrslitið í TF Vetrarkappingini hjá kvinnum bleiv hetta:
Nr.1 Rebekka Fuglø, Treysti 251 stig
Nr.2 Rigmor N. Arge, Hvirlan 244 stig
Nr.3 Duruta R. á Lofti, Bragdið 235 stig
Nr.4 Krista Nielsen, Bragdið 229 stig
Nr.5 Beinta H. Joensen, Bragdið 215 stig
Marna Egholm Duruta R. á Lofti
Rebekka Fuglø (2), Marna Egholm (1) og Duruta R. á Lofti við FM heiðursmerkjunum
Fremstu kvinnur í TF Vetrarkappingini: Rigmor (2), sum var sjúk og er tað Birna M. Joensen í móttekur steypið fyri hana, Rebekka Fuglø (1) og Duruta R. á Lofti (3)






