Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toftir fáa enn ein Stapa

Helgi Abrahamsen

Leygardagin 26. mars (páskaaftan), kemur nýkeypta frystilíniskipið Stapin á Toftir og í tí sambandinum verður skipað fyri móttøku á Toftakaj klokkan 14. Tað skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

Nýggji Stapin er bygdur í 1990 og hevur kallast Husby Senior. Talan er um eitt frystilínuskip, sum er 42 metur langt og 9 metur breitt.

Skipið er sera væl hildið og er í góðun standi. Verksmiðjan er rættuliga nýggj og frystiorkan er 13 tons pr. døgn. Nýggi Stapin lastar 220 tons.

Skipari á nýggja Stapanum verður Jákup Eli Eidesgaard av Eiði, sum hevur ført gamla Stapan í fleiri ár. Eisini flyta fleiri av manningini á gamla Stapinum yvir á nýggja Stapan.

Knút Høgagarð fer at føra gamla Stapan. Tað er tó ikki enn almannakunngjørt hvat navnið á gamla Stapanum verður.

Tað er P/F Regn á Toftum sum hevur keypt frystilínuskipið úr Noreg.

Móttøka av skipinum verður á Toftum, páskaaftan kl. 14. Umframt talur, luttaka Nes sóknar hornorkestur og kórið úr Undirhúsinum á Toftum.