Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treysti vann liðkappingina hjá monnum

John William Joensen

Treysti gjørdist tryggur vinnari í liðkappingini hjá monnum í TF Vetrarkappingini 2015/16, sum endaði seinasta vikuskifti. Liðið hevur í vetur verið mannað av Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen og Gunnar Sivertsen, sum allir eru í góðum árum, og hava runnið sera væl allan vetur. Av teimum átta umførunum vann Jan Elmar tey fimm og Julian tað eina.

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri liðkapping. Treysti vann fyrstu liðkappingina í 2014 frammanfyri Bragdið og Roysnið. Í 2015 var tað Bragdið, sum vann frammanfyri Treysti og Roysnið.

Liðkappingin er skipað á tann hátt, at øll átta umførini telja, og teir tríggir rennararnir í felagnum, sum hava savnað flest stig eftir áttanda umfar mynda lið I, og teir næstu tríggir mynda so lið II o.s.v. 

Treysti I legði seg á odda eftir fyrsta umfar, og hava teir spakuliga økt leiðsluna fyri hvørt umfar.

Topp 5 Liðkappingin menn:

Nr.11085 stigTreysti I (Jan Elmar Sørensen 393, Julian Gregersen 373 og Gunnar Sivertsen 319)
Nr.2  0933 stig Bragdið I (Eirikur Hansen 374, Martin Gravesen 286 og Rógvi Kárason 273)
Nr.30731 stigBragdið II (Niels Poulsen 260, Hjalmar Sjóvará 248 og Andrias Hansen 223)
Nr.40725 stigRoysnið I (Marnar Pattinson 293, Arnfinn Johannessen 225 og Regin Thomsen 207)
Nr.5 0692 stigTreysti II (Heini Gregersen 233, 
Guttorm Sørensen 230 og Kaj Dam 229)